Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby
LýsingarUm VP

VP spyr

NAVN / NR.FO

Krutl

Tá Vinnuháskúlin í gjár handaði prógv til maskinmeistarar, skiparar og skipsførarar, sum nú hava lokið skúlagongdina og eru til reiðar at fara í vinnuna, løgdu nógv helst til merkis, at okkurt kent andlit var ímillum tey nýklaktu.

Bergleif Brimvík, sum í nógv ár arbeiddi innan føroysku løgregluna, eisini innan kriminalpolitiið, er nú skipsførari. Tað merkir, at hann hevur pappír til at føra skip uttan mun til stødd.

Og hóast hann ikki er nakar gamal maður, hann verður 67 í summar, so ber til at siga, at hann var eitt slag av 'aldurspresidenti' í flokkinum.

- Ja eg var 64 ár tá eg fór frá hjá politinum, og eg fylli 67 í summar, men heilsan er góð, og eg hevði ikki hug at seta meg hendur í favn, sigur Bergleif við VP, tá vit ringja og fregnast um ætlanirnar við nýggju útbúgvingini.

Bergleif byrjaði ikki heilt á botni, tí hann tók stýrimanseksamiu longu í 1973. Men av ymsum orsøkum so gjørdi hann ikki meira við tað tá. Skeið, sum hann hevur tikið so leypandi, hava tó tryggjað honum at vinnubrævið var komið undir land áðrenn hann fór aftur á skúlabonk.

Av tí at hann longu hevði skiparaeksamiuna, tók víðari lesturin til skipsførara í hansara føri hálvtannað ár.

- Eg havi notið hvønn dag í skúlanum og havi bara gott at bera bæði næmingum og lærarum. Hetta hevur verið ein fín tíð, sigur Bergleif Brimvík, sum tó viðgongur, at tað hevur verið strævið av og á.

- Tað eru nógvar uppgávur, og eisini nógv sum skal latast inn og vigast og góðkennast alla tíðina. Tú kemur ikki sovandi til hesi pappírini, sigur hann við VP.

At hann ikki hevur ligið á latu síðuni er ídnisvirðislønin, hann fekk frá Søfartens Ledere prógv um.

Bergleif hevur ikki nakað starv at leypa í beinanvegin, nú hann hevur fingið eksamiuna.

- Nei, timingin hevur kanska ikki verið tann besta í so máta, sigur hann og sipar til at skip, serliga innan frálandavinnuna verða løgd í hópatali. - Og so eru møguleikarnir sjálvandi eisini avmarkaðir av nátúrligum ávum, tá mann er komin í henda aldurin, so eg taki ein dag í senn, leggur hann afturat.

Men hugurin er heilt víst til sjógvin og kemur ein møguleiki, so ætlar Bergleif sær at liggja framvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann