Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Italski filmsleikstjórin Bernardo Bertolucci, sum gjørdi stórfilmin 1900, og fekk tvær Oscarvirðislønir fyri filmin um Seinasta Keisaran í 1987, er deyður í Róm eftir stutta sjúkulegu. Tað upplýsir umboðsmaður hansara í dag.

“European cinema has lost a great filmmaker and the European Film Academy has lost a dear friend,” sigur Evropeiska Film Akademiið í dag.

Bertolucci varð kendur fyri filmiskt dirvi, og filmurin um Seinasta Tangodansin í París við Marlon Brando og Mariu Schneider og einum pakka av smøri, meðan pávin og kirkjan fingu ein uppsang, kom í allar miðlarnar, tí hann var so óflyggjaligur og seksuelt opinskáraður.

Bertolucci var føddur í Parma í Italia í 1941 og gjørdi filmar sum Il Conformista í 1970, eftir søgu hjá Alberto Moravia, Under the Sheltering Sky í 1990 og The Dreamers í 2003. Seinasti filmurin, Eg og Tú, varð frumsýndur í Cannes í 2012. Føroyskir biografgangarar munnu minnast hann fyri stórfilmin 1900 (Novecento 1976), sum vardi hálvan sætta tíma og varð sýndur í tveimum pørtum.

Filmsummælarin í The Guardian, Peter Bradshaw, skrivar at Bertolucci var “The brilliant last emperor of highbrow cinema”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo