Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Lesarin skrivar

Tað er rætt at umsetningurin hjá JFK samtakinum er vaksin nógv seinastu 10 árini, men tíverri ber ikki til at liva av umsetningi.

Trupulleikin er at fiskivinnunýskipanin hevur havt við sær sera stórar eykaútreiðslur fyri okkum.

Vit hava seinastu nógvu árini keypt skip og rættindi fyri fleiri hundrað milliónir.

Stórur partur av hesum rættindum eru nú tikin frá okkum aftur.  

Hesi rættindir verða nú seld á uppboðssølu og latin sum menningarkvota.

Tað vil siga at vit nú noyðast at keypa tey somu rættindi aftur, sum vit fyrr hava keypt og goldið fyri.

Tað er tann størsta einkultorsøkin til, at úrslitið hjá okkum seinastu árini er lækkað so nógv.

Tað kann vera at fiskivinnunýskipanin við menningarkvotum og uppboðssølu er betri fyri onkur økir, men fyri okkum er skipanin ein vanlukka.  

Hanus Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo