Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Besta Fish & Chips matstovan í Stórabretlandi, Krispies Fish & Chips keypir størsta partin av fiskinum frá Gadus. 

Krispies Fish & Chips er júst kosin besta Fish & Chips matstovan í Stórabretlandi til árliga Fish & Chips Awards, sum varð hildið í London í januar 2019. Fyri føroyingar er tað serliga áhugavert, at heiðursvinnarin fær tosk frá Gadus. Hetta breggjar Krispies sær eisini av á heimasíðu teirra, har tey vísa á, at fiskarávøra teirra verður fiska burðardygt í Barentshavinum.

Kelly Barnes frá Krispies sigur: “We have been using Gadus for over two years.  The standard and quality of the Cod overall has always been thoroughly consistent. Compared to other Cod fillets we have always found Gadus to be of a higher quality.  This is noticed by our customers, who love it. Feedback from our customers is that the Cod is tender, juicy with succulent flakes.”

Fyriskipararnir av kappingini greiða frá, at Krispies var støðugt munandi betri enn kappingarneytarnir yvir eitt tíðarskeið á átta mánaðir í 2018. Krispies verður rikin av parinum Tim og Kelly Barnes, sum hava havt sølubúðina í 20 ár.

Sambært bretska miðlinum The Independent hevur heiðurslønin áður tvífalda søluna hjá vinnarum mánaðarnar eftir heiðurslønahandanina. Heiðurslønin verður latin eftir nøkrum ávísum metingartreytum, sum eitt nú hvussu burðardygg fyritøkan er, nýskapan í matarskránni, evnini at nøkta serligar kosttørvir, kundatænasta og góðskan á matinum.

Jógvan Hansen, sølustjóri í JFK Trol, er errin av at vera partur av vinnandi konseptinum í Stórabretlandi:

”Vit hava selt toskafløk frá Gadus til Krispies í fleiri ár. Tim og Kelly hava altíð givið okkum sera jaligar afturmeldingar upp á góðskuna, men nú hevur Stórabretland alt sum tað er fingið smakk fyri serstøku toskafløkunum og kipsinum! Tað kunnu vit sum framleiðari bert vera errin um. Hetta bar ikki til uttan okkara dugnaligu manning umborð á Gadus við drúgvum royndum í júst hesum fiskiskapi, har teir allatíðina leggja seg eftir at varðveita høgu góðskuna.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo