Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Fyrr í mánaðinum varð ein navnakapping skrivað út, og fólk hava havt høvi at senda uppskot inn um hvat blaðið skal eita. Undirtøkan hevur verið sera góð og inn komu 49 uppskot.

- Tað eru vit takksom fyri, siga samskiparin av blaðnum, Hansa Hansen. 

Ein navnanevnd varð sett at velja í millum innkomnu uppskotini. Í nevndini eru Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, Maria Olsen, forkvinna í Eldraráðnum í Norðoyggjum, og Rúna Sivertsen, forkvinna í TIGN.  

Týsdagin, 19. november, gjøgnumgekk nevndin innkomnu uppskotini ,og tær vórðu skjótt samdar um tvey nøvn, ið teimum dámdu best. Tað tók teimum tó eina góða løtu at blíva samdar um vinnaranavnið, men tá tað kom til stykkis, vóru tær væl nøgdar við valið. 

- Vit valdu navnið Fyndin tí tað er eitt orð, ið inniheldur nógv av teimum jaligu orðunum, sum kunnu lýsa árini 60 pluss. Orðið merkir gott skil, skilagóð meining, megi, máttur , vísdómur o.s.fr. Orðið gjørdi okkum eisini forvitnar, tí fynd er ikki eitt nógv nýtt orð. Vísdómur er ikki nakað, ein er føddur við, men nakað, sum kemur við árunum og lívsroyndunum. Tí halda vit, at navnið Fyndin hóskar væl til eitt blað til málbólkin 60 pluss. 

Helena Kannuberg sigur í sínari grundgeving: 

”Ein góður aldurdómur er eftir míni fatan merktur at víðskygni, lívsins lærdómi og góðum kropsligum førleikum.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo