Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Hvussu kann eitt gamalt heiðursblað sum Sosialurin hava ein so manipulerandi republikanskan missioner, sum frúnna Barbaru Holm á løningarlistanum?

Kvinnan er jú lívsfarlig, og hevur slett ikki format til at skilja millum journalistikk og aggressivt republikanst trúboðaravirksemi.

Eftirsum hon við beráddum huga og fulkomuliga miskunnarleyst hevur roynt at grivið eina grøv til javnaðarmannin Bjarna Hammer, var tað ikki meira enn rímuligt, at Sosialurin koyrdi hana uppá grátt pappír niður í akkurát ta grøvina, hon hevði ætlað Hammer.

Kvinnan hevur langt síðani mist alt trúvirði, sum journalistur, og annars er ein fortíð í Unga Tjóðveldi ikki akkurát tað, man forvæntar á einum seriøsum blaði, sum Sosialinum.

Góðu blaðfólk á Sosialinum!

Syrgið fyri, at blaðstjórnin sópar alt manipulerandi og politiskt niðurbrótandi tjóðveldis-órudd út av  blaðnum, sum allarskjótast.

Annars kunnu lesarar aldrin líta á politisk heimatíðindi, sum Sosialurin ber boð um.

Barbara Holm er dumpað og eingin kann taka eina slíka smetti- og slatritasku í álvara. Hon er ein  sera stór skomm fyri ta journalistisku professiónina.

Setið hana á eina propagandamiðstøð ella setið hana á pensions-lista.

Frúgvin Holm hevur roynt at oyðilagt og forpestað lívið hjá einum løgtingsmanni og politisti.

Tað er eitt sera álvarsligt mál, sum hon átti at verið harðliga revsað fyri, men sum frelstur republikanari sleppur hon helst undan øllum straffi, - vita eftir!

Málið er ein absurdur sorgarleikur, sum er instrueraður frá hatifullum tjódveldisyngli, har Barbara Holm er tann feiki og teskandi producarin aftanfyri kulissurnar.

At tjóðveldisfólk skullu troysta sær at søkka so djúpt fyri at fáa ein politiskan fyrimun, er fulkomuliga groteskt, og fortelir enn einaferð, hvussu avgerandi tað er, at Javnaðarflokkurin kvettir við tann betendaða kulturin, sum ræður í Tjóðveldis-sektini.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo