Alf Larsen
- Ikki er neyðugt at súpa meira enn eina skeið av suppuni fyri at vita um hon er góð
Vinna

Frágreiðingin eftir eftirlitsvitjanina hjá Fíggjareftirlitinum í Betri Banka í august í fjør er nú liðug og sæst á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum.

Grundinntøkurnar hjá Bankanum eru undir trýsti, sjálvt um relativt stóran útlánsvøkstur í 2018 og fyrra hálvár 2019. Hinvegin hevur bankin seinastu árini fingið fleiri einstakar inntøkur, millum annað hevur bankin  kunna afturført fleiri avsetingar til tap og havt kursvinning.

- Nakað, sum ikki kann roknast við fer at halda fram, og tí hevur bankin fingið boð um at greiða frá, hvussu hann ætlar at bera seg at við at styrkja inntøkugrundarlagið, sigur Fíggjareftirlitið millum annað.

Eisini vil Fíggjareftirlitið vera við, at Betri Banki ikki ger nóg góðar váðametingar av kundunum. Og fleiri dømi eru um, at bankin ikki livir upp til sín egna kreditpolitikk.

Bankin skal seta fleiri pengar av til solvensin, umleið 32 milliónir, sigur Fíggjareftirlitið.

Les alla frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo