Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Betri Banki: Rentugongdin á altjóða peningamarknaðinum hevur havt við sær negativar rentur í danska tjóðbankanum og á teimum lánsbrøvum, sum Betri Banki vanliga setir pening í. Seinnu árini eru innlánini hjá Betri Banka alsamt økt.

Alt bendir á, at óvanliga lága rentustøðið fer at standa við í rúma tíð. Betri Banki hevur tí avgjørt at tillaga renturnar á innlánum, soleiðis at rentan á fleiri innlánsproduktum í næstum verða lækkaðar, og samstundis fáa størri vinnulig innlán ásett sokallaða negativa rentu.

Fyri innlán, sum ikki eru privat, verða renturnar negativar. Innlán undir 100.000 kr. verða tó óbroytt á 0 %. Fyri upphæddir omanfyri 100.000 kr. lækkar rentan niður í     -0,3 %, meðan rentan verður -0,65 % fyri upphæddir omanfyri 1 mió. kr.

Við hesi rentubroyting fara privatir kundar ikki at rinda fyri at hava pening stand­andi á bók. Nakrar privatar innlánsrentur lækka tó við upp til 0,15 %. Renturnar á barna­uppsparingum, ung­dóms­uppsparingum og bústaðarkontum lækka ikki. Yvirlit yvir hesar broytingar verður tøkt á heimasíðuni www.betri.fo tann 1. desember 2019.

Rentubroytingarnar fyri vinnu koma í gildi 8. novembur 2019 og fyri privat tann 1. desembur 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo