Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Innlendis ítróttur

Televarpið og Fótbóltssamband Føroya fara undir samstarv at senda Betri Deildina beinleiðis. Talan er um eina tænastu, ið føroyingar nær og fjar fáa ágóðan av.

Altíð ein dystur á Rás1
Rás1 verður ein týðandi leikari í tænastuni, tí í hvørjum umfari verður altíð ein dystur sendur beinleiðis á Rás1. Allir Televarpskundar hava atgongd til Rás1 bæði í sjónvarpinum, á Televarpsappini og í Netvarpinum á TV.FO.

Harumframt verður Rás1 víðkað við 4 eyka rásum, sum allar verða tøkar í Televarpsappini og á Netvarpinum á TV.FO. Á hesum rásum verða allir hinir dystirnir sendir beinleiðis og kunnu síggjast av Televarpskundum, ið hava haldið Stórapakkan+.

Í hesum føri er tað vert at leggja í geyma, at IPTV-loysnin, sum er at síggja Televarpið gjøgnum breiðbandið, ger tað gjørligt at síggja allar dystirnar í sjónvarpinum.

RAS1.FO sum stroymingspallur
Áhugin fyri føroyskum fótbólti er stórur, og tað er av stórum týdningi, at øll hava møguleika til at síggja føroyskan fótbólt beinleiðis.

RAS1.FO verður tískil gjørt til ein stroymingspall, har ið øll kunnu keypa sær rættindi til at síggja annaðhvørt ein dyst, eitt heilt umfar ella alt kappingarárið.

Stroymingstænastan á RAS1.FO verður tøk at taka í nýtslu frá sunnudegnum 17. mars, tá 2. umfar í Betri Deildini verður leikt.

1. umfar til allar Televarpskundar
Beinleiðis føroyskur fótbóltur verður sparkaður í gongd sunnudagin 10. mars, og tá verður høvi hjá øllum Televarpskundum at síggja dystirnar uttan mun til, hvat hald kundin hevur.

Í 1. umfari verður Víkingur-ÍF sendur beinleiðis á Rás1, og hinir dystirnir verða sendir beinleiðis á hinum rásunum, sum eru tøkar í Televarpsappini og á Netvarpinum á TV.FO.

Framyvir koma allir Televarpskundar at síggja ein dyst á Rás1 hvørt umfar, meðan hinir dystirnir verða tøkir annaðhvørt á Televarpsappini og á Netvarpinum á TV.FO við Stórapakkanum+ ella við at keypa sær atgongd til dystirnar á stroymingspallinum RAS1.FO.

Dystirnir hetta umfarið eru:
•       Víkingur – ÍF
•        NSÍ – EB/Streymur
•        B36 – Skála
•        TB – AB

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo