At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Neistin hevur gjørt stuðulssáttmála við Betri P/F fyri kappingarárini 2017-2018 og 2018-2019, har Betri verður høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum.

Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað í 1931 og hevur um 300 limir, og 31 lið í kappingini komandi vetrarhálvu. Harafturat eru nógvir leikarar í 3-6 ára aldrinum, sum enn ikki eru í kappingum.
Felagið hevur lið í øllum ungdómsdeildum umframt bestu deildini hjá monnum og kvinnum.

Súna Mørk, forkvinna í Neistanum sigur:

- Neistin er stórt felag við nógvum evnaríkum leikarum. Vit eru sera fegin um stuðulin, sum ger tað møguligt at geva Neistaungdómi eitt mennandi læru umhvørvi. Neistin leggur stóran dent á ungdómsarbeiðið í felagnum og leggur nógva orku í, at umhvørvið, har tey ungu koma, er gott og at trivnaðurin er í hásæti.

Nógv børn og ung eru virkin í Neistanum, og hondbóltsligi felagsskapurin eggjar til rørslu og samanhald. Tí eru vit sera glað um at stuðulsavtalan við Betri ger, at Neistin framahaldandi kann styrkja aðalmálum felagsins.

Petur Elias Petersen, leiðari í privatkundadeildini hjá Betri Trygging í Tórshavn sigur:

- Vit eru fegin um at stuðla ungdómsdeildini hjá Neistanum. Neistin hevur sera nógv lið í ungdómsdeildunum og nógvar evnaríkar leikarar, sum um nøkur ár helst fara at gera seg galdandi í bestu deildunum hjá Neistanum. Hondbóltsítróttin er sera góð fyri ungdómin. Hon er m.a. við til at skapa karmar fyri sosialari samveru og samanhaldi hjá ungu leikarunum í Neistanum. Eisini er hondbóltsítróttin við til at styrkja um heilsuna hjá teimum ungu. Vit ynskja Neistanum eitt gott kappingarár og gleða okkum til samstarvið komandi tvey árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo