Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Politikkur

Hetta er tíðin tá okkara ungu lesandi gerast liðug á miðnámsskúlunum. Okkara kæru pisur verða klaktar.

Fleiri av teimum fara til Danmarkar at lesa. Vit fylgja teimum til Vágar, geva teimum eitt klemm.

Skilnaðarstundin er komin. Vit standa eftir og vóna og biðja til Gud, at tað fer at gangast teimum væl.

Sannleikin er, at øll hesi ungu verða fullkomuliga slept uppá fjall. Føroyski politiski myndugleikin er ikki longur partur av hesum. Allir trupulleikar skula loysast í Danmark uttan nakra hjálp úr Føroyum.

Føroyskir myndugleikar eiga beinanvegin at fara undir samráðingar við danskar myndugleikar, soleiðis at Føroyar fáa tilluta eina serliga kvotu til upptøku á hægri lærustovnum í Danmark.

Tað eigur nevniliga at vera soleiðis, at vit í Føroyum sjálvi seta treytir fyri upptøku til hægri lestur í Danmark og at avgerðin um hvør verður upptikin verður tikin í Føroyum. Verandi upptøkuskipan til hægri lærustovnar í Danmark er ikki rættvís fyri okkara lesandi.

Ein áheitan um at broyta hesa skipan skal sjálvandi koma frá føroyskum myndugleikum, men føroyski fólkatingslimurin kann sjálvsagt stuðla hesum átaki við síni ávirkan.

Eisini eigur landsstýrið at fremja ítøkilig stig til tess at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá teimum, sum leita sær til Danmarkar til hægri lestur.

Tað er ótolandi fyri okkara ungdóm, at tey ikki fáa tak yvir høvdið, men á hvørjum ári verða slept uppá fjall í fremmandum landi. Ofta gongur næstan eitt ár eftir at lesturin er byrjaður, at tey hava fingið egnan bústað. Eisini her kann føroyski fólkatingslimurin gera sína ávirkan galdandi.

Yvirskipaða málið er sjálvandi, at vit útbyggja okkara egnu undirvísingarskipan soleiðis, at fleiri og fleiri kunna taka sína útbúgving í Føroyum. Men tað fara at ganga mong ár til útrásin av okkara ungdómi steðgar.

Christian Andreasen,
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo