Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Á samkomu í dag, har umboð fyri øll virknu bjargingarfeløgini vóru til staðar, lat Betri Stuðulsgrunnurin 1 mió kr. til virknu bjargingarfeløgini í Føroyum. Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, handaði gávuna og takkaði fyri tað megnar arbeiðið, sum bjargingarfeløgini gera. Hon nevndi dømi um neyðstøður og bjargingar og vísti á, at við vaksandi ferðavinnuni verður tørvurin á bjargingarfeløgunum bara størri.

- Ímillum tykkum hava tit heilt sikkurt nógvar tímar úti á bjargingarátøkum. Tá onnur ikki strekkja til, strekkja tit til. Í øllum veðri. Og tit eru altíð til reiðar, tá tørvur er á hjálp. Í hesum døgum veksur ferðavinnan skjótt. Vit kunnu vænta, at hetta gevur fleiri uppgávur til bjargingarfeløgini kring landið. Tá eru tit trygdarnetið, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan, segði Ingunn Eiriksdóttir millum annað.

Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum fyri bjargingarfeløgini, tók eisini orðið og takkaði fyri stuðulin. Hann nevndi, at sjálvbodna arbeiðið var sera stórt, og at tað tí er kærkomið við stuðli. Hann vísti á tørvin hjá bjargingarfeløgunum men greiddi eisini frá, hvussu førleikamenningin hjá bjargingarfólki er ment nógv seinnu árini.

9 virkin bjargingarfeløg eru kring landið, og stuðulin varð býttur sundur í mun til fólkatalið í økjunum, sum feløgini varða av.

Tey virknu bjargingarfeløgini eru:

Norðoya Bjargingarfelag
Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag
Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag
Kollafjarðar Bjargingarfelag
Havnar Bjargingarfelag
Vága Bjargingarfelag
Eiðis Bjargingarfelag
Nólsoyar Bjargingarfelag
Bjargingarfelag Sandoyar Sýslu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo