Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Betri-samtakið hevur havt ársaðalfund, har roknskapur, sum vísir stórt avlop og metstóra eginogn og soliditet, varð lagdur fram til góðkenningar. Tíðindi seinasta dagarnar hava eisini sagt frá, at bankin er tann tryggasti í ríkinum.  -  Aðrir bankar og vinnuvirkir við minni avlopi, eginogn og soliditeti gjalda vinningsbýti bæði til alment og privat, men ikki Betri!

Herfyri hevði Betri-samtakið ársaðalfund, har roknskapurin fyri 2016 bleiv lagdur fram til góðkenningar. Roknskapurin vísti eitt avlop upp á 197 mió. kr., eina eiginogn upp á 2,8 mia. kr og ein solvens upp á 40,5 %.

Betri Banki tryggasti í ríkinum
Til samanberingar kann nevnast, at BankNordik-samtakið, sum fyri stuttum eisini hevði aðalfund, legði ein roknskap fram við einum avlopi upp á kr. 163 mió. kr., eini eginogn upp á kr. 1,9 mia. kr. og einum solvensi upp á 18 %. Hinvegin er Betri Banki tryggastur í ríkinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo