Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Politikkur

Tað er av stórum týdningi, at tað almenna leggur tryggar og greiðar karmar fyri ferðavinnuna.

Ongin ivi er um, at ferðavinnan undir skipaðum viðurskiftum fer at gerast eitt stórt íkast til føroyska búskapin.

Ferðavinnan er í stórum vøkstri kring allan heim – sagt verður, at ferðavinnan er skjótast vaksandi vinnan í heiminum yvirhøvur.

Føroyar hava ikki ráð til at missa stóra møguleikan fyri fíggjarligum avkasti frá ferðavinnuni.

Føroyar er eitt lítið land og okkara náttúra er viðbrekin.

Ferðavinnan má ti skipast soleiðis, at ferðafólk kenna seg vælkomin, samstundis sum vit hava greiðar og gjøgnumskygdar leiðreglur fyri, hvussu og hvar tey kunnu ferðast í náttúruni.

Visit Faroe Island hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiði at marknaðarføra Føroyar.

Ferðavinnnan hevur notið gott av hesum.

Gongd er komin á hotellbygging, og líkt er til, at tað eisini fer at bera til at leingja tiðarskeiðið, tá ferðafólkini koma hendavegin.

Við vaksandi ferðafólkatalinum er rætturin at fara burtur í haga vorðin viðkomandi, har spurningur nú verður reistur um aldargomlu siðvenjuna hjá føroyinginum at fara í fjøllini.

Og tað er stórt spell. 

Galdandi skipan hevur ongantíð volt trupulleikar í gerandisdegnum.

Tað er neyvan nakar føroyingur, sum hevur kent seg útihýstan at sleppa túr í haga.

Og soleiðis skal tað eisini vera.

Økta ferðingin í haganum, nú ferðavinnan er alsamt vaksandi, ger, at tað er neyðugt at fáa dagførdar leiðreglur.

Politiska atgerðarloysið á økinum hevur við sær, at eingin samskipan er, sum ásetur reglur fyri virkseminum burtur í haga.

Úrslitið er, at hvør ræður sær, og summi øki verða avbyrgd, á øðrum verða gjøld kravd, meðan aðrastaðni er eingin skipan galdandi.

Vit eru snøgt sæð á veg í ein hurlivasa av ymsum skipanum, har útlendsku ferðafólkini, sum annars eru vælkomin higar, og vanligi føroyingurin tíverri verða javnsett.

Hetta ger, at flestu føroyingar fara at kenna seg fyri missmuni, tá tey ynskja at njóta okkara vøkru náttúru.

Her má koma vend í. 

Landsstýrið, ognarar og festarar mugu tí skjótast finna saman og skipa viðurskiftini.

Tað ber ikki til at øll handla hvør i sínum lagi. Tað er heldur ikki gott hugskot at leggja avgjøld á ferðavinnuna.

Men tað er í lagi, at vit krevja pening frá ferðafólkunum, tá hesi vitja ávís støð.

Ognarmenn og bóndur kunnu eisini gera síni støð atkomulig og meira attraktiv, við at gera gøtur, sum tey ferandi kunnu nýta.

Upphæddin, sum verður kravd frá ferðafólki má vera rímulig og skal peningurin sjálvandi fara til lokalu økini, sum eisini mugu takast við uppá ráð, tá ferðavinnutilboð verða bjóðað teimum ferðandi.

Vit mugu hava ein ferðavinnupolitikk, eftir hesum leisti:

- at tað almenna stuðlar undir, at menna Føroyar sum eitt ferðavinnuland – vit mugu fyrireika okkum og gera klárt at taka ímóti ferðafólkinum, so hesi eisini kenna seg vælkomnin

- at inntøkurnar frá ferðavinnuni eisini skapa arbeiði og inntøkur i lokalu økjunum -  eftir almennum meginreglum, soleiðis at ferðavinnan kring landið verður skipað eftir sama leisti

- at landsstýrið, ognarmenn, bóndur og aðrir eigarar , í semju gera ein leist fyri, hvussu økini verða bjóðað fram og hvussu innkrevjingin av peningi  verður handfarin – um neyðugt skal hetta gerast í lóg

- at ávís øki verða lýst sum verndarøkir (nationalar parkir) har tað almenna fær heimild at seta serligar reglur fyri nýtsluna av økinum, soleiðis sum vit kenna tað í øðrum londum.

- at føroyingum verða tryggjað somu rættindi at fara burtur í haga sum higartil.

Christian Andreasen
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo