Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Útlendis ítróttur

Manchester United-vongurin Memphis Depay er sum skilst settur upp á pláss av hjálparvenjaranum Ryan Giggs.

Orsøk: Depay dámar so væl náttarlívið.

Tað skrivar Mirror, sum endurgevur Sunday People.

– Hann verður oftari avmyndaður úti í býnum enn hinir leikararnir, og tað hevur hann fingið átalu fyri, sigur ein kelda við miðilin, sambært VG.

Depay skal hava fingið boð frá Ryan Giggs um at halda ein lágan profil og í staðin seta fokus á tað sum hendur á vøllinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo