Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Í brævi til Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Fuglafjarðar- og Tvøroyar kommunu, heitir nýtstovnaða Felagið Heimafriður á kommunurnar um at tryggja borgararum sínum jólafrið.

Sum vanligt móti jólum eru skip á veg í havn í Føroyum. Felagið Heimafriður sigur seg vera vitandi um, at fleiri skip, sum larma illa, og sum áður hevur verið klagað um, eru á veg inn í føroyskar havnir.

- Hetta merkir, at nógv fólk ikki fáa heimafrið á jólum. Summi eru so sperd av ganginum, at tey noyðast at flýggja úr egnum heimi, so leingi skipini liggja inni, sigur felagið í tíðindaskrivi í dag.

Felagið heitir staðiliga á kommunurnar sum varða av havnum, har larmandi skip liggja, um at finna loysnir, sum tryggja borgaranum frið. 

Halgidagslógin: https://logir.fo/Anordning/441-af-21-11-1923-hvorved-Lov-nr-353-af-7-August-1922-om-den

Umhvørvisverndarlógin: https://logir.fo/Logtingslog/134-fra-29-10-1988-um-umhvorvisvernd-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-128-fra-22

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo