Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Føroya Tele lækkar nú prísin á einstøkum fartelefonhaldum á Ver, umframt at Ver-kundar fáa atgongd til eitt nýtt og størri hald.

Harafturat fara øll fartelefonhaldini á Ver framyvir at hava data íroknað.

“Fyri trimum árum síðani gjørdi Ver tað bíligari hjá húsarhaldum at hava fleiri fartelefonhald knýtt saman. Tá fingu kundar møguleika at knýta upp til heili 6 fartelefonhald saman og harvið spara pening. Nú kemur ein nýggj prísáseting, og hesaferð fer ágóðin til tey, ið hava 1 fartelefonhald”, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti, og leggur afturat, at fleiri túsund kundar fáa ágóðan av príslækkingini.

Prísurin á einstøku haldunum 6GB, 16GB og 26GB lækkar við ávikavist 50 krónum og 60 krónum um mánaðin. Samlaða mánaðargjaldið, sum húsarhaldini rinda fyri í dag, um tey hava fleiri hald knýtt saman, verður óbroytt.

Við Ver hevur Føroya Tele støðugt ment ein tænastupall, ið ger tað lætt og trygt hjá kundum at brúka sína fartelefon bæði í Føroyum og uttanlands.

”Farnetið hjá Føroya Tele er í heimsklassa, bæði tá tað viðvíkur ferð og dekning, og hetta er nakað, ið okkara kundar eru sera fegnir um. Kundarnir eru vanir við at reika á 4G í øllum landinum; í fjøllunum og úti á sjónum. Hetta hevur við sær, at datanýtslan veksur støðugt og tørvur er á størri haldum, sigur Hans Jákup Langgaard.

Bíligasta haldið, sum er 0GB í dag, verður broytt til 1GB fyri sama prís sum áður, og í næstum legst eitt størri hald afturat verandi haldum. Nýggja haldið eitur 46GB.

Omanfyrinevndu broytingar koma í gildi 1. november 2019.

Hetta eru broytingarnar í stuttum:

• 0GB verður broytt til 1GB fyri 157 kr. um mánaðin.
• 6GB verður bíligari og fer at kosta 197 kr. um mánaðin – áður 247 kr.
• 16GB verður bíligari og fer at kosta 247 kr. um mánaðin – áður 297 kr.
• 26GB verður bíligari og fer at kosta 287 kr. um mánaðin – áður 347 kr.
• 46GB er nýtt hald og fer at kosta 367 kr. um mánaðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo