Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Amerikanski ríkmaðurin var skjótur at gera viðmerkingar, tá bretski forsætistáðharrin, Theresa May, boðaði frá, at hon ikki vil binda seg til at brúka so nógv til neyðhjálp í framtíðini.

Bretland brúkar 0,7% av bruttotjóðarúrtøkuni til neyðhjálp, og tað svarar til 12 mia pund. Bretland er við í fleiri verkætlanum sum skulu basa fátækdómi og sjúkum, men í seinastuni hevur ljóðað úr Downing Street, at luturin hjá Bretlandi í hesum arbeiði fer at minka.

- Stóru gevaralondini eru Bretland, USA og Týskland. Alt stendur og fellur við hesum trimum londunum, tá vit tosa um fleiri týðandi verkætlanir sum hjálpa fátøkum londum at klára seg sjálvi, segði Bill Gates, sum sjálvur er kendur sum filantropur, við The Guardian.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann