Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Mynd: b68.fo

B68 hevur í dag sett 43 ára gamla Bill McLeod Jacobsen sum venjara hjá besta mansliðnum í felagnum.

Hetta stendur at lesa á heimasíðu felagsins, sum skrivar, at Bill er vælkendur í B68.

Hann kom til B68 á fyrsta sinni í 2006, har hann í fyrsta umfari tók sær av ungdómsarbeiðinum í felagnum. Seinni tók hann sær so av besta liðnum, har hann í 2009 megnaði at fáa liðið uppá eitt 5. pláss í bestu deildini. Aftrat hesum hevur hann vant fleiri U-landslið upp ígjøgnum árini.

Í ár hevur Súni Olsen staðið á odda fyri besta liðnum hjá B68. Liðið gjørdist nummar fýra í 1. deild og spælir sostatt aftur í næstbestu deildini komandi kappingarár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo