Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan tingini henda, og tey sum undrast yvir hvat f.... tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Onnur tíðindi

Bilførarin fekk bert smávegis snuddir (mynd: VP)

Politiið fekk um 13.30 tíðina í dag fráboðan um, at ein bilur var farin útav Vestmannavegnum.

Tá var nakað fráliðið síðani óhappið var hent. Bilførarin, sum hevði fingið nakrar snuddir, hevði sjálvur leitað sær á Landssjúkrahúsið at fáa hjálp.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at bilurin, sum var á veg suðureftir, kom ov langt út í vegjaðaran og tí misti førarin tamarhaldið.

Ongin ábending er um aðra orsøk til óhappið, sigur vakthavandi á politistøðini við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo