Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Krutl

Havnar Bóltfelag boðar í dag frá á heimasíðuni, at íslendski miðvallarleikarin Brynjar Hlöðversson, eisini nevndur Binni, heldur fram í felagnum komandi kappingarár.

Binni var partur av HB-liðnum, sum í ár vann sítt 23. meistaraheiti á sannførandi hátt.

HB fegnast um leiklutin hjá Binna:

- Við sínum síða reyða skeggi, vakra langa hári og litfagra lyndi hevur hann vunnið hjørtini á okkum øllum, men hann hevur sanniliga eisini vunnið okkara virðing, við sínum avgjørdu, stríðssinnaðu og ósjálvsøknu avrikum á verjukenda miðvøllinum, skrivar HB á heimasíðuni og leggur aftrat:
 
-  Í Binna hevur HB ein spælara, sum er sinnaður at geva alt fyri sínar viðspælarar. Tí fegnast vit eisini um, at “5-arin” hevur longt sáttmálan og verður við í Champions League ævintýrinum í summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo