Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Krutl

BirkBloggur: Tað er sjón fyri søgn. Men her eru eisini menn, sum føra satirupennin, stjórna bløðum og miðlum, og sita í formansessinum í Demokratia.

Uttan undantak hava allir hesir menn til felags, at teir fara í skøkjuorðabókina at finna orð og evni, ið lýsa ótrúgvu kvinnuna, tá hon skiftir flokk, ella - eins og maðurin, ið altíð sleppur snikkaleysur - skiftir meining, og atkvøður annarleiðis, enn vit høvdu væntað.

Tá verður sagt, at hon tekur lakktaskuna, og ger seg til at tøla impotent mannfólk, ið langt síðani eru farin um pensiónsaldur.

Í dagsins tekning á Portalinum hevur enn ein pensionistur við pissilingi gjørt eina tingkvinnu til skøkju millum sengur hjá ivasomum monnum.

Annika í Dímun er blivin til Annika í dýnum.

Hetta er altso so langt úti, at tað ger bæði happing, niðring og tælufrælsi til skammar.

Les allan bloggin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo