Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Krutl

BirkBloggur: Einki er sum at síggja eina statsradiofoni og alment fíggjaða public service kanal sum DR krossfesta ein lesbiskan lystlygnara mitt í jútska bíbliubeltinum í bestu senditíð.

Tað kitlar okkara innara svínhund.

Tað hendi í gjárkvøldið eftir Dag og Uge, tað er danska TV-avísin, sum vit øll leppa í okkum.

Søgan er um eini donsk hjún, ella kanska bara mannin, ella ein annan mann, á einum hvítusunnuskúla við Mariagerfjørðin, har nógvir føroyingar plagdu at koma.

Tey eru ákærd fyri at hava kastað hundalort inn í garðin hjá grannanum, klistrað deyðskrossar á postkassan og nevað í náttarmyrkrinum og ynskt tey at brenna í Helviti.

Tað hevur grannin fortalt løgregluni.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo