Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
Bøkur

Í dag frá klokkan 14 til 14.30 signerar biskupur, Jógvan Fríðriksson, nýggju andaktsbókina 'Mamman vil tær tað besta' í Norðurlandahúsinum.

Her er skráin á bókadøgunum í dag sambært Rit&Rák:

14.00-14.30
Jógvan Fríðriksson: 'Mamman vil tær tað besta'. 80 nýggjar andaktir.

14.30-15.00
Sigmar Bláberg: 'Stállínuskipini'. Bókin lýsir eina tíð við striði og strevi og drúgvum túrum, sum kravdu nógv.

15.00-15.30
Høgni Mohr: 'Slepp tær til heiti fani'. Savn við útvaldum, kontrerum tekstum.

15.30-16.00
Jógvan Arge: 'Yvir til Bryggjubakka'. Um tey spennandi árini sum útvarpsmaður í sjeytiárunum.

16.00-16.30
Beinta Løwe: 'Kvinnur í landspolitikki'. Søguligt tilfar og nýggjar samrøður við kvinnur sum hava verið í landspolitikki

16.30-17.00
Jórun og Osmundur Justinussen: 'Í Kjalarvørrinum'. Áhugaverda søgan hjá vinnulívshjúnunum.

17.00-17.30
Ernst Olsen og Signr í Homrum: ''Okkara Sangbók''. Teir sangirnir sum vit øll syngja, tá vit eru í góðum lag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo