Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

- Vit eru ótrúliga harmir um tað sum hendi, men fegnast samstundis um, at ongin fólkaskaði var og at heldur ongin fiskur er sloppin úr alibrúkinum.

Tað sigur Jens Hansen, sum stendur á odda fyri virkseminum hjá Rescue Lív bjargingarbátinum.

Tað var eftir eina uppgávu í Suðuroynni fríggjakvøldið at Rescue Lív sigldi tvørtur ígjøgnum ein ring hjá Bakkafrost sum liggur á Gulanum, útfyri Argir. Teir hildu somu leið norðuraftur sum tá teir sigldu suður, men av einihvørjari orsøk vóru teir ov nær við aliringarnar og endaðu við at sigla tvørtur ígjøgnum ein av teimum.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, upplýsir fyri VP, at ongin fiskur var í aliringinum, og at skaðin tí ikki var eins stórur og hann kundi verið, sæð frá teirra síðu.

Rescue Lív verður nú umvældur, og teir vænta, at tað fara at ganga nakrar vikur til Lív kann sigla aftur.

2 mans vóru við Rescue Lív, tá óhappið hendi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo