Einasta strategiin sum við vissu fer at miseydnast er ongantíð at taka nakran váða
- Mark Zuckerberg
Lesarin skrivar

Bjarni Djurholm á Facebook: Tað sum Páll hevur mist á gynguni, tí hann í tráanini eftir politiskum uppmerksemi - og fyri at koma í søgubøkurnar, barnsliga og heimføðisliga hevur noktað at eta døgurða umborð á Dannebrog og soleiðis sjálvsøkið máar undan formanstignini, hevur Tobbi loftað í karusellini, nú hann, fyri at gera seg intressantan, hevur fingið km-umtalu í miðlunum (serliga á FB og KvF), tí hann fer til døgurðan leygarkvøldið.

Nakað… sum sjálvsagt ikki er annað enn vanligt kurteisi, og tí slettis ikki eigur at orsaka live-samrøður í KvF.

Men soleiðis verður henda tjóðveldis-kommedian enn eitt spinn, har hesin republiski flokkurin setir skránna í máli, sum er ein skomm fyri parlamentarisku skipanina.

Chevez og Che høvdu óivað prísað Pálli, men hvat hesar somu fyrimyndir Tobba nú høvdu kommenterað ...... ja, soleiðis heldur sirkussið fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo