Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

- Vágaportalurin hevur í gjárkvøldið skrivað, at løgtingslimur varð avhoyrdur fyri at hava selt narkotisk evni. Fyri at eingin misskiljing skal vera, so er veruleikin tann, at tveir danskir løgreglumenn bóðu um eina samrøðu við meg umborð á Smyrli fyri 2 vikum síðani.

Tað sigur Bjarni Hammer, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin og løgreglumaður í tíðindaskrivi, hann júst hevur sent til VP.

– Ikki sum skuldsettur í nøkrum máli, og heldur ikki við rættindunum hjá einum skuldsettum – um okkurt, sum skuldi verið farið fram í Havn fyri fleiri árum síðani, til ein 40 ára føðingardag hjá vinmanni, har onkur hevði nevnt, at eg hevði selt rúsevni, skrivar løgtingsmaðurin í tíðindaskrivinum.

VP hevur tosað í telefon við Bjarna Hammer fyrrapartin. Hann hevur lítlan hug at gera aðrar viðmerkingar enn tær, sum hann sjálvur skrivar í tíðindaskrivinum. Men tað er týðuligt, at hann heldur søgurnar sum ganga um seg eru íkomnar við góðari hjálp frá politiskum mótstøðufólki.

- Eg kendi einki til tilburðin, so samrøðan við donsku løgreglufólkini var stutt, og teir fóru – so vítt eg veit – avstað aftur dagin eftir.

- Men eg skal eisini boða frá, at eg aldrin nakrantíð hava selt nøkrum rúsevni. Ikki fólki at siga, so hevur ágangurin móti mínum persóni verið stórur í seinastuni, og meti eg tíðindini og vitjanina av løgregluni sum partur av hesum ágangi.

- Hetta er ikki fyrstu ferð, at eg merki ágang á mín persón og verður tað neyvan seinastu ferð heldur, tað er prísurin fyri at gerast ein almennur persónur.

Bjarni Hammer sigur við VP, at leysasøgurnar, sum hann kallar tað, byrjaðu at ganga í november í fjør, og hann hevur alla tíðina síðani tað hildið løgmann kunnaðan um støðuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo