Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

FSF: Lat tað bara verða sagt beinanveg: Betri liðið vann á Estadio El Molinón í Gijón sunnukvøldið. Spania sat á meginpartin av spælinum, og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð, var spælbýtið 70-30 til spaniólar.

Tá tólv minuttir vóru spældir gjørdist støðan 1-0 til heimaliðið, og var hetta eisini fult í tráð við leikgongdina. Men aftaná vístu sjónvarpsmyndirnar heilt greitt, at talan var um rangstøðu, og tí átti málið at verðið kolldømt.

Føroyska liðið stríddist væl, og saman við Gunnari Nielsen í málinum, vístu okkara spælarar ein framúr vilja í verjustøðu. Men spaniólar vóru tolnir, og tað eydnaðist teimum tríggjar ferðir í seinna hálvleiki at fáa mál.

Men við støðuni 2-0 til Spania, og eitt gott korter restaði í av dystinum, sendi Jóannes Bjartalið ein lítlan hvøkk gjøgnum alt Spania. Brádliga gjørdist ungi klaksvíkingurin leysur við David De Gea í spanska málinum. Skotið var gott, men tað var bjargingin hjá De Gea eisini, og so spurdist ikki meira burtur úr.

Samstundis sum Spania og Føroyar dystaðust, spældu Svøríki og Norra javnleik 1-1. Fyrr um dagin vann Rumenia 1-0 á heimavølli móti Malta.

Næstu uppgávurnar hjá A-landsliðnum eru um ein góðan mánað. Leygardagin 12. oktober spæla Føroyar og Rumenia, og týsdagin 15. oktober vitja maltesar á Tórsvølli.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo