Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í fjør varð farið undir at kanna møguleikar fyri at stykkja út til sethúsagrundstykkir í Kaldbak. Mælt varð til at bjóða eitt øki út til almenna sølu til sethúsabygging.

Í juni í ár varð einmælt samtykt í býráðnum at keypa eitt lendi og 26. september samtykti býráðið einmælt at fara undir verkætlanina, sum umfatar 5 - 6 grundøki uppá umleið 400 fermetra stødd.

Kommunan ætlar nú at lýsa økið alment til sølu. Málið kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld, 30. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo