Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Mynd: fsf.fo

FSF: Týsdagin 8. oktober klokkan 17:00 fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur. Hesaferð er mótstøðuliðið Norra, sum í løtini liggur heilt uppi á 12. pláss á styrkislistanum hjá FIFA.

Hetta verður tí ein stór uppgáva fyri føroyska liðið, og tí kemur allur stuðul sera væl við. Fotbóltssamband Føroya ynskir tí, í samstarvi við Smyril Line og Betri, at bjóða øllum føroyingum, og fótbóltsáhugaðum annars, ókeypis atgongd til dystin.

Og afturat tí bjóða FSF og MBM heitt kakao og vaflur til allar áskoðararnar á Tórsvølli.

Eisini verður skipað fyri andlitsmáling, umframt at áskoðararnir fáa klappiviftur. Og sjálvandi verður eisini skipað fyri onkrum spennandi kappingum.

So vælkomin á Tórsvøll øll somul. Fyrsta bríksl er klokkan 17:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo