Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Starvsmannafelagið: Bjørg Jacobsen eitur nýggja næstforkvinna í Starvsmannafelagnum.

Hetta avgjørdi nevndin í felagnum, nú hon hevur havt sín fyrsta fund og hevur skipað seg eftir aðalfundin 9. mars.

38 ára gamla Bjørg Jacobsen er produktleiðari á Føroya Tele. Hon varð vald í nevndina í Starvsmannafelagnum fyri tveimum árum síðani.

Tað er nevndin, sum ger av hvør ið skal vera næstformaðurin í felagnum, ella næstforkvinna, sum tað eitur í hesum føri.

Á aðalfundinum stóðu tveir nevndarsessir fyri vali. Noomi K. Rasmussen varð nývald og Hilmar Augustinussen varð afturvaldur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo