Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

Maverick Barr og Bláa Bylgjan hava endurnýggjað samstarvsavtaluna.

Hetta hendi áðrenn dystin ímillum KÍ - NSÍ sunnudagin.

Tað vóru teir báðir Martin, formaðurin í Bláa Bylgju, og dagligu leiðarin í Maverick og Grilluni hjá Símun, Símun á Høvdanum, sum skrivaði undir avtaluna.

Avtalan er sera góð fyri fjepparnir hjá KÍ. Til landskappingardyst og dyst í steypakappingini fáa gjaldandi limir hjá Bláu Bylgjuni góð tilboð frá Maverick, við at vísa limakort fram, frá tveimum tímum áðrenn dystar byrjan og fram til ein tíma eftir, at dysturin er liðugur.

Sjálv avtalan er óbroytt í mun til avtaluna í 2015.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo