Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

BETRI: Bláa tryggingarkortið mást tú altíð hava við, tá tú ferðast. Harumframt skalt tú altíð hava reyða kortið uppi á tær, tá tú ferðast við skrokktryggjaðum bili.

Men nú er ikki neyðugt at hava bláa og reyða kortið við í mappuni á ferðini , tí hesi eru nú við í tryggingarappini. Appin er nevniliga dagførd við talgildum útgávum av hesum kortum. Tí skalt tú ikki longur hugsa um fysisk kort. Soleiðis er appin ikki longur bara ein app til óhapp í Føroyum, men eisini uttanlands.

Tú kanst boða frá skaða á ferðini beinleiðis gjøgnum appina. Eisini sært tú í appini, hvørji lond dekningurin fevnir um.

Umframt reyða og bláa kortið er appin eisini ment á øðrum økjum, soleiðis at hon nú er skjótari. Eisini ber til at rita inn á hana við kundanummari /teldupostadressu og loyniorði, har tað fyrr var neyðugt at brúka QR-kodu.

Tak appina niður við at skriva “trygging” í App Store (iOS) ella Play Store (Android)

Góða ferð!

 Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo