Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Krutl

Nú vit eru á veg inn í 2019, er vert at leita aftur til 1982, tá neo-noir sci-fi klassikarin Blade Runner tók fólk kring allan knøttin á bóli.

Filmurin gongur fyri seg í Los Angeles í 2019 og fylgir Rick Deckard (Harrison Ford), sum játtar at taka á seg uppgávuna at finna og gera av við ein bólk av sonevndum replikantum.

Filmurin gevur harumframt eitt boð uppá, hvussu samfelagið fer at síggja út í 2019.

Flúgvandi bilar, fýrakantaðir bilar, sexrobottar, videotelefonir og ógvusligar veðurlagsbroytingar eru nøkur av boðunum hjá Blade Runner uppá, hvussu tað fer at síggja út í Los Angeles í 2019.

Men hvar rakti filmurin rætt, og hvar rakti hann skeivt?

NRK hevur hugt nærri at hesum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo