Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Blái krossur Føroya boðar í tíðindaskrivi frá at Leygardagin kl. 15.30 verður pallborðsfundur, har umboð fyri allar politisku flokkarnar fara at tosa um evnið ‘Øll hava rætt til góð barnaár – týdningurin av at taka hond um børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing’.

Men Blái krossur hevur ikki  bjóða Framtakinum við, Framtakið er óynskt og ikki vælkomið.

Hví vil Blái krossur gera mismun og ikki loyva Framtakinum við?

Sum ein politiskur flokkur hava vit líka góðan rætt til orðanna sum aðrir flokkar. Og vit hava ein góðan og greiðan boðskap á økinum. Ongi børn og ung skulu koma í samband við rúsevnir og vit ynskja skipaði viðurskiftir á økinum.

Vit halda ikki tað er rætt av Bláa krossi at útihýsa okkum frá hesum álvarsliga evninum og mótmæla at Blái krossur førur partapolitikk.

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo