Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Í høvuðsheitinum verða politiskar rørslur ideologist deildar í tvey:  Reytt til vinstru, og blátt til høgru.  Sundurbýtingin er søguliga gomul, og flestu fólk hava vant seg við, at soleiðis góðtaka vit, at støðan er.

Men hetta er ikki veruleikin.

Síðan deilingin til visntru og høgru varð staðsett hava báðir partar flutt seg so nógv, at spurningurin er, um henda fatan ikki eigur at verða endurnýggjað!

Ja, sjálvt í USA mála demokratarnir seg bláar og replubikanararnir seg reyðar.  Men hetta hevur sjálvsagt onki við ismur at gera, uttan tað at demokratarnir eru vanligir socioldemokratar, meðan teirra javnlíkar her eru farnir longur til vinstru --- ella er tað bert tað, at okkara flyta seg treytaleyst aftaná Tjóðveldi?

So er spurningurin hjá mær: Siga hasir litirnir okkum nakað, ella er bert talan um onkra virðisleysa leivd?

Í gerandisdegnum komi eg fram á litir, ið tala meir um politisku støðuna, enn gamlir flosklar, og hesaferð snýr tað seg um litirnar í el-leiðningum: Tann brúni=streymførandi, tann grøni=jørðsambandið, meðan tann blái er "nullarin", ið onki hevur at gera fyrr enn hann fær streym frá tí brúna!

Okkara bláu nullarar eru nú farnir at fílast á, at teir brúnu fáa ov nógvan streym, men hvør skuldi annars skaffa hann til nullaran?

Myndin líkist rættuliga væl okkara vinnuliga umhvørvi, og ikki bara tað, men hon passar sum fótur í hosu!

Skal nakað av fólksins ogn koma til høldar hjá okkum at nýta, so má onkur gera seg út og fara eftir tí.

Hesi virði koma ikki av sær sjálvum! 

Og skal nakar gera tað, so mugu útlit vera fyri, at tað fer at loysa seg. 

Eg vendi altíð í tonkunum aftur til hin, ið segði við skúvoyingin: Tit kunnu saktans, har er so nógvur fuglur! Skúvoyingurin: "Ja, fuglurin er nógvur, men tak hann!"

Eyðun Mohr Viderø
14.11.2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo