Fyrigev tínum fíggindum. Onki argar teir meiri
- Oscar Wilde
Onnur tíðindi

Hann er nærum allastaðni, og tey flestu tola væl at anda hann inn, tá nøgdirnar ikki eru ov stórar.

Men tey sum eru veik ella hava niðursetta immunverju tola illa blámusoppin, og gerast tey sjúk, er stórur vandi fyri at doyggja.

Danskir miðlar skriva, at nýggj gransking hjá Statens Serum Institut vísir, at heilivágurin, sum higartil er brúktur, er ikki so góður longur, tí sopparnir eru blivnir mótstøðuførir. Og tað kann gera, at deyðleikin fer heilt upp á 90% av teimum, sum gerast sjúk.

Ole Hilberg, sum er yvirlækni í lungasjúkum, sigur við DR, at eitrið, sum landbúnaðurin brúkar til at basa soppum í avgrøðini, í mangar mátar líkist tí sum læknarnir brúka til at viðgera tey sum eru blivin sjúk av blámusoppi.

Landbúnaðurin hevur hinvegin víst á, at fleiri kanningar mugu gerast, og tær hevur danski matvørumálaráðharrin, Esben Lunde Larsen, nú biðið um verða gjørdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo