Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

BLF átalar, at landsstýriskvinnan í Heilsu- og Innlendismálum í tíðindunum ger eina roynd at fráskriva sær ábyrgdina av einum máli, sum hon per definitión hevur evstu ábyrgd av.

Eru feilir gjørdir í málsgongdini, eiga hesir at vera viðgjørdir innanhýsis og ikki í miðlunum, hvar verjuleys starvsfólk verða úthongd.

Landsstýriskvinnan hevði frá byrjan møguleika at steðga málinum, hóast avgerðin varð send kommununi. Tað velur landsstýriskvinnan ikki at gera og stendur hon soleiðis við ta avgerð sum er send úr Heilsu- og innlendismálaráðnum.

At koma við frágreiðing ein mánað seinni um gongdina og í hesum sambandi fráskriva sær ábyrgd av avgerðini, er ósømiligt og skeivt.

Ein politikari sum er at sær komin eigur virka fyri, at tað er álit millum landsstýrisfólk og fyrisitingina. Tað er fortreytin fyri samstarvi og harvið eisini at fáa mál framd.

Tá landsstýrisfólk geva ábendingar um, at tey ikki hava álit á síni fyrisiting, kann tað hava óhepnar avleiðingar fyri alt virkisøki hjá fyrisitingini og harvið eisini landsstýrið.

Útsagnirnar hjá landsstýriskvinnuni eru tískil sera óhepnar og eiga at vera átalaðar.

Kemur málið at hava starvsfólkaligar avleiðingar, fer BLF at fylgja málinum tætt, eftirsum slík mál oftani hava sera prinsipiellan týdning fyri virksemi og rættartrygdina hjá øllum starvsfólkum í almennu fyrisitingini.

Nevndin í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Les eisini:

Sirið Stenberg: Onga viðmerking um álit og fylgjur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo