Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Innlendis ítróttur

Bridgesambandið: Bogi Simonsen og Magni Jøkladal vunnu FM í bridge fyri pør. Kappingin var spæld í Bridgehúsinum leygardagin.

Í alt vóru spæld 78 spøl frá kl. 10 fyrrapart til kl. 20.30 um kvøldið. Eftir 30 spøl løgdu Bogi og Magni seg á odda og lógu á fyrsta plássi restina av kappingini. Nummar tvey gjørdust Balle Mohr og Árni M. Dam og nummar 3 Arne Mikkelsen og Símun Lassaberg.

FM pør var seinasta kapping í Føroyum í hesum bridgeárinum, men 20. mai skulu 16 bridgespælarar verða við í íslendsku landspartakappingini Kjørdæmamót.

Balle Mohr og Árni M. Dam

Símun Lassaberg og Arne Mikkelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo