Tað sum tekur longst tíð er at koma í sving
- Jónar Jacobsen
Innlendis ítróttur

Kappast var í DM í amboðsfimleiki í Keypmannahavn seinasta vikuskifti. Kappast var leygardagin og sunnudagin.

Bogi Berg og Astrið Breckmann eru føroyingar og eru uppaldir fimleikarar í HF -  Havnar Fimleikafelag. Astrið er búsitandi í Føroyum, og Bogi lesur í Danmark, og venur sostatt niðri í løtuni. Astrið er 13 ára gomul, er fleirfaldur FM vinnari, og venur um 16 tímar um vikuna.

Bogi Berg vann Gull í lop, og er sostatt Danskur meistari í lop, sum er eitt sera sera flott og stórt úrslit fyri føroyska amboðsfimleik. Bogi var eisini í finaluni í gólv og fekk eitt flott 4 pláss.

Astrið Breckmann vann eina silvur og eina bronsu í lop og bita, og gjørdist nr. 5 á gólv. Hetta er allarhelst besta úrslitið nakrantíð innan føroyskan gentu og kvinnu amboðsfimleik.

Astrið sigur soleiðis við VP:

- Hetta er ein hørð og sera torfør ítróttargrein, ið krevur sera nógv av íðkarunum. Vit venja sera nógv, og tað hava vit gjørt í fleiri fleiri ár. Fimleikur krevur ómetaliga nógva styrki, og er ikki ein heilt vandaleys ítróttargrein, tá hugsa verður um akrobatikkin, ið skal útførast. Í fjør breyt eg t.d. armin.

- Tað hevur verið ein langur vegur at koma aftur í form. Tað tekur so langa tíð at fáa styrkina aftur aftaná eitt brot, og uttan neyðugu styrkina nyttar einki, sigur unga Havnagentan, sum sigur seg bæði hava kokt, brákað og brotið limir í gjøgnum árini í fimleiki.

- Men eg elski amboðsfimleik, so tað vit bara taka við. Tað er ein partur av tí. Tú sært næstan altíð onkra krykku ella innvavdan lim, tú tú ert millum fimleikafólk.

Kappast var í DM í lop, barr, bita og á gólv.

- Eg rakti dagin leygardagin, og kom í finaluna í 3 út av 4 amboðum. 6 íðkarar koma víðari til finaluna í hvørjum amboðið. Eg var simpulthen so glað av at tað gekk so væl leygardagin.

- Málið hjá mær var bara at klára meg betur enn til seinastu kappingarnar, og ikki at blíva aftast. So at koma í finaluna í 3 amboðum var langt yvir allan forvantning.

- Eg hugsaði bara tá aftaná, at nr. 6 í 3 amboðum var fantastiskt, og tað verður so tað. Sunnumorgunin vóru so finalurnar. Tá var bara eitt at gera, og tað var at fara all-in. Aftaná 2 sera væleydna lop yvir hest, tordi eg at hugsa tankan um at blíva betri enn nr. 6.

- Eg sá onga stiðatalvu sjálv, men babba var á áskoðaraplássunum og gav mær tekin um, at eg lá til eitt 3 pláss. Eg tordi ikki at trúgva honum. Tá so tølini hjá síðsta íðkaranum vóru samanløgd, fekk eg boðini um at eg bleiv nr. 2 , og tað er heilt heilt ótrúligt.

- Skilji tað ikki rættiliga enn. At eg so eisini fekk eitt so gott úrslit á bitanum, skilji eg púrt einki av. Har bleiv eg nr. 3, og vann bronsu.

- So hetta er so nógv ta størsta eg havi upplivað innan ítrótt.

- Vit eru farin at venja aftur. Vit vandu longu í gjár aftur. Tú mást allatíðina kappast ímóti tær sjálvari. Tað er ikki so nógv annað at samanbera seg við, hóast vit eru fleiri sum venja saman og sum hjálpa hvørjum øðrum at gera framstig, so er tær sjálvari tú kappast ímóti alla tíðina, sigur Astrið Breckmann at enda í samrøðu við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo