Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Lesarin skrivar

Í mínum fyrra aftursvari til seinastu herðindini hjá Jónberthi móti bókini var kanska ein heldur herkin snertur av humorið undir greinini, og sum helst ikki fall honum o.ø. so væl, “stílurin er jú maðurin” (Paul V. Rubow, prof.).

Skemt
At skilja skemt er ikki hvørsmans – tí, hóast tað kann vera meint útglattandi, so kann humorið detta sum smásteinar niður á tærnar hjá áhoyrara, og úrslitið verður til grískar glísur ístaðin (hvør hevur ikki erfarið hetta viðhvørt?). Og hetta er vituliga ikki so gott. Ikki tí, eg kenni mangar 5’arar, sum væl skilja skemt og vóru/eru framúr hampafólk og ikki meinfýsin – hvørki tá, heldur enn nú.

Tó nøkur teirra eru enn sorgarbundin onkursvegna, hóast tey vitiliga vunnu læknastríðið – ja, gott nokk við trimum krígsskipum í rygginum við veipandi kanónum og knippilssveiggjandi politistum í hernað móti ósekum hampafólkum í Klaksvík í 1955. Men her gnagar helst okkurt framvegis?

Jónberth heldur, at eg fari eftir manninum - heldur enn eftir bóltinum. Tja’, nú veit eg ikki rættiliga,  um so er. Kanska báðir? Tí tað kann lætt henda, táið ein ríður á einum aldukambi. Og sagt sum er, so havi eg als einki ímóti persóninum Jónberth. Tvørturímóti! Men hinvegin er so langt ímillum okkara áskoðanir, at nakar fruktagóður dialogur valla spyrst burtur úr okkara samskifti.

Kjølbro
Tí Jónberth endurtekur hernaðarliga – og á ein páfallandi hátt - enn einaferð, sum orsøk til læknastríðið: “Var øvund móti J. F. Kjølbro, familjuni og fyritøku hansara og einki annað.”

Og sum Jónberth endaði fyrru grein sín við: “Ruðuleikin og vanæruliga skommin var einans uppreisnarmonnum klaksvíkinga! Sum báðar bøkurnar (Líggjasar og mín) hálova.”

Her kann eg als ikki fylgja honum. Hetta er so burtur úr vón og viti! Ikki tí, at øvundin hevur allar dagar verið. Í túsundára gomlu bókini við svartari permu verður hugtakið avdúkað longu á 4. síðu - eystan fyri Eden. Har annar lat lív.

Um Kjølbro’sa serstøku tilgongd til læknamálið, havi eg lýst míni áskoðan í bókini á s. 42-45, og eg haldi meg kenna J. F. Kjølbro og hansara virksemi og umhvørvi (pápi mín átti skip og sigldi sum skipari hjá JKF í yvir 20 ár, og sjálvur arbeiddi eg 7 ár hjá JFK, og eg kom har, ið Kjølbro kom vikuliga í mong ár) heldur betur enn onkur heldur krakelskur eftirmetari í útlegd –uttan saklig argumentir.

Læknar og læknaligar blokadur
Tey flestu í landinum erkenna onkursvegna tann veruleika, at læknastríðið byrjaði í einum sjálvgjørdum gerðarrætti í “Den almindelige danske lægeforening” (sí s. 56-58), sum uttan løgfrøðiligt viðføri ella juridiskar heimildir í hugmóði fór undir at døma nakrar minni týðandi limir felagsins við afturvirkandi kraft – og síðani at jagstra hesar um landamørk. Og har av er navnið komið!

Ein av hesum limum var Olaf Halvorsen, ið ikki kendi seg at vera sekan (eins og gerðarrætturin), og sum tí valdi ikki at boyggja nakkan undirbrotliga fyri hesum heimføðisliga og heimildarleysa fjasi felagsins. Og hann vildi ikki gjalda fyri tað ógegniga fundarvirksemi gerðarrættarins (tær 601 kr. og 50 oyruni).

Tí bleiv Halvorsen - ein maður við æru og integriteti (heilskapaður) - forfylgdur og útspiltur um lond og líka til Klaksvíkar av sínum starvsfeløgum, har ein ovurstórum partur av vanliga fólkinum í landslutinum væl fagnaði honum, sum tann framúrskarandi lækni hann var, og sum tey fegin vildu behalda í læknadøminum, sum hevði ligið meir og minni í vanrøkt av 16 ymiskum læknum í eini 2 ár (teir flestu vóru bara vikarar).

Meiri er ikki vert her at siga um hetta.

Lítillátna ynski norðoyinga
Hetta sjálvsagda og lívsneyðuga ynski norðoyinga – upp á lív og deyð - vildi danska og føroyska læknafelagið og donsku embætismenn landsins ikki ganga á møti. Bæði politisku myndugleikar landsins og ríkisins við hoknaðu undir teim herknum hóttanum um landsdekkandi makabra læknaliga blokadu frá læknafeløgunum. So meint - og so beint tvørtur ímóti teirra hátíðarliga læknalyfti.

Men hetta taka summir 5’arar als ikki upp á tunguna. Tey taka heldur so synd í sær sjálvum, at tey vóru  happað. Sum var ein skammilig gerð, ið eg vendi mær frá við stikni í bókini á s. 423-424. Men í teirra verð er happing og tað, at kenna seg hóttan, meiri átalu vert nú at taka fram, enn talið á teimum, sum lógu blóðsorað við vegin, blakað í fangabøli, og blivu jagstrað av fremmandari herfylking um bygdir og bý.

Síðani fer Jónberth undir at rógva aftur á sínar fyrr opinberaðu prosent-rokni-royndir. Og Poulsen rør m.a. fram undir, at 95’ararnir tá kunnu (so býttir?) hava býtt um upp á tølini, so at einans 59% vóru í meirilutanum í staðin fyri 95%. Men her heldur vitiliga øll kritisk/saklig viðgerð bara uppat.

Adressan og undirskriftir
Tí, tað stutta av tí langa er, at íalt 2315 fólk skrivaðu eftir fáum døgum undir adressuna til frama fyri Halvorsen. Restin skrivaði ikki undir, og hesi seinnu kunnu býtast upp í fýra bólkar:

a) tey sum beinleiðis vóru ímóti Halvorsen - til fyrimunar fyri Rubek Nielsen,
b) tey sum høvdu valt sum sín lívsstíl: Yvirhøvur Ikki at skriva undir adressur í heila tikið,
c) tey sum av átrúnaligum orsøkum ikki vilja ganga ímóti yvirvøld landsins (samb. Róm. 13.1), og
d) tey sum ikki vóru heima, táið tey fingu vitjan av adressu-fólkum.

Hvussu stór hesir b-c-d bólkarnir vóru, veit eingin nakað um at siga við vissu, men eg kenni fleiri familjur, sum hoyra undir b-c-d bólkarnar; sum væl yngstu, at Halvorsen varð settur í starvið.

Og tí hevur tað onga meining at sita og prosent-rokna við fleiri desimalum um stødd á bólkunum – táið útgangsstøðið er so óskilgreinað (ódefinarað). Hetta førir bara til veruleikafjarar gitingar. Men samanumtikið er eingin ivi um, at talan var um ein ovurstóran meiriluta av fólkinum, ið heilhjartað gingu inn fyri at behalda Halvorsen sum lækna - í staðin fyri Rubek Nielsen. Soleiðis er tað bara.

Hesin omanfyri standandi “kommersið” við prosentunum verður enn brúk til at fjala út yvir, at hampafólk í Norðuroyggjum, sum bara vildu hava ein góðan lækna, blivu bard, blóðsorað, dømd og fongslað av óflýggjakroppum í búna við skotvápnum við lið og knipplum á lofti. Soleiðis er tað.

Bókin
Jónberth heldur ikki so nógv um bók mína: “Herkin herðindi”. Men tað taki eg ikki so tungt, tí frá fleiri kønum fólkum er givið til kennar í seinastuni (og hetta eru ikki míni orð), at bókin er eitt søguligt dokument. Væl greidd úr hondum, ein breið lýsing av høvuðspersónum og hendingum í málinum, rættargongdin er upplýsandi viðgjørd (viðhvørt á ein skemtilig hátt). Talan er um eina keldu (sjálvupplivað) um tað nógv burtur tagda tíðarskeiðið og læknamálið. Og bókin er eisini bygd á keldutilfar, ið er fingið frá fólki, sum vóru við í læknamálinum frá fyrsta degi av.

Og harmiligt er tað vitiliga, um onkur (sum Jónberth og Karin) hava fingið bókina í rangastrúpan; men hetta má so vera. Tí, sum sagt er frá í bókini, var mítt endamál við hesi ritgerð, at skrivað varð uttan nakran beiskleika.

Og um onkur vil vita meiri um hetta herkna læknastríði, so ber enn til at ogna sær bókina í bókabúðum kring landi (ella frá høvundanum beinleiðis) ella læna hana á bókasøvnunum.

Eg fari tí ikki at gera meiri burturúr hesum tvídrátti á hesum sinni, men fari bara at enda at ynskja Jónberthi og øllum áhugaðum lesarum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo