Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Bøkur

Í kvøld 6. desember, kemur ein nýggj og sera áhugaverd bók á marknaðin. Talan er um bókina ”Teir tóku kjansin – søgan um “Stellurnar”, ið klaksvíkingurin, Birgir Waag Høgnesen hevur skrivað.

Bókin er um virksemi  hjá kenda vinnulívsmanninhum og íbyrtaranum, Erling Laksafoss, sum var reiðari í kenda reiðaríinum P/F Stella í Klaksvík.

Longur sum heilt ungur gjørdi Erling um seg í vinnulívinum.  Við sínum sermerkta máta at føra seg fram uppá og við árræði sum fáur náddi hann langt.

Tað kemst ikki uttan um, at Erling mangan sett politisku skipanini grá hár í høvdi og ikki minst løgtinslimunum  úr norðoyggjum í samband við sínar ætlanir. Hann hevði nógvar ætlanir í høvdinum, tá hann legði hetta fram, so hildu fólk hetta var ørvitistos, men tað lat hann ikki við seg koma. Eftirtíðin hevur víst, at hann var ofta á rættari leið.

Seinast  í 50unum vóru nógvar ætlanir og fyrst í 60unum komu so try línuskip, harav eitt var línu-frystiskip.

Bókin fylgir í høvusheitum Erlingi og felagnum P/F stella, men í grundini er bókin um stellutrolararnar, sum komu í  1968 og 1969. Trolararnir vóru teir fyrstu hekkutrolararnir ið vóru bygdir til Føroyingar.

Í bókini eru samrøður við fólk sum stóðu Erlingi nær og við fleiri sjómenn, sum sigldu við stellutrolarar frá 1968 heilt fram til 1973, tá trolararnir blivu seldir til Akureyrar.

Samrøður eru gjørdar við Íslenskar menn, sum vóru í Klaksvík eftir stellunum í 1973.  Bókin fylgir við fleiri av projektunum hjá Erlingi og kannar eftir, hvar trolararnir eru í dag.  

Bókin er stívliga 220 síður.  Forlagið á Breyt gevur út.

Bókaframløgan er í  “Stelluhúsinum” í Klaksvík  í kvøldið kl. 19.00 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo