Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Onnur tíðindi

Amerikanski sendiharrin í Danmark, Carla Sands, og trygdarpolitiski ráðgevin hjá Donald Trump, John Bolton, hittust í Hvítu Húsunum í gjár, skrivar miðilin The Hill.

Serliga búskaparligu sambondini ímillum USA og Grønland vóru á skránni, men Føroyar vóru eisini uppi at venda, sæst á einum Twitter boðum frá John Bolton eftir fundin.

- Góður fundur við USAmbDenmark (Sands) um at styrkja sambondini við Danmark, Grønland og Føroyar, skrivar John Bolton á Twitter.

- Vit tosaðu um Arktis og orkutrygd, handil og at seta ferð á búskaparligu sambondini við Grønland, harundir gera íløgur í nýggjar floghavnir og leitan eftir ráevnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo