Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Útlendis ítróttur

Eftir at Cristiano Ronaldo skifti frá Real Madrid til Juventus fyrr í summar, hevur eitt leikaraskifti ført til eitt annað.

Fyrst fekk AC Milan ein leigusáttmála í lag við Juventus framherjan Gonzalo Higuain, og nú skriva fleiri altjóða miðlar, harímillum Daily Mail, at 31 ára gamli verjuleikarin Leonardo Bonucci, sum skifti til AC Milan í fjør eftir at hava verið í Juventus í sjey ár, skiftir aftur til Juventus.

Sum skilst eru AC Milan og Juventus komin ásamt um eina avtalu, sum inniber, at Higuain fer annan vegin, meðan Bonucci fer hinvegin.

Sostatt náddi Bonucci einans at leika 55 dystir fyri AC Milan, og vendir hann aftur til felagið, sum hann hevur vunnið seks meistaraheiti við.

Bonucci verður har sameindur við Andrea Barzagli og Georgio Chiellini - BBC hjá Juventus. Bonucci hevur spælt 319 dystir og skotið 19 mál fyri Juventus.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo