Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Kommunur

Tíðindaskriv: Borgarstjórarnir í Sandoynni vóru í gjár bodnir til fundar við Landsstýrismannin í Samferðslumálum, Henrik Old.

Á fundinum førdu borgarstjórarnir fram, at tænastan um Skopunarfjørð er versnað munandi farna árið.

Borgarstjórarnir førdu fram, at ein stórur trupulleiki er at tað gongur alt ov seint at selja ferðaseðlar á dekkinum, og tí er tørvur á aðrari ferðaseðlaskipan, ella at innkrevjingin verður flutt av dekkinum uppá, so at tað gongur skjótari at fylla Teistan og sleppa avstað.

Borgarstjórarnir førdu somuleiðis fram, at summarferðslan um fjørðin er munandi vaksin, og tey fimm árini ið eftir eru til Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu, verður ferðslan um fjørðin bara at vaksa á hvørjum ári. 

Tí er tað av alstórum týdningi, at tað almenna leggur upp fyri trupulleikanum, við í fyrsta lagi at útvega eitt skip afturat at røkja summarsiglingina um fjørðin, og í øðrum lagi at útvega annað skip til at sigla út í Hest, so skipini ið røkja Sandoyarleiðina kunnu sigla pendulfart um fjørðin.

Víst varð eisini á, at tað ikki eigur at koma fyri sum seinasta fríggjadag, at Teistin verður lagdur við kei tí at seinkingar koma í. Koma seinkingar í, eigur manningin at sleppa at koyra á motorarnar fyri at røkja farleiðina, og ikki leggja túrar burtur ímillum. 

Borgarstjórarnir vístu somuleiðis á fleiri onnur viðurskifti sum gera, at tænastan um fjørðin er versnað munandi seinastu tíðina.

Víst varð á at SSL seinastu tíðina hevur avmarkað flutningsmøguleikarnar hjá vinnubilum munandi, við at nokta vinnubilum atgongd til ávísar túrar.

Víst varð á, at síðani byrjað varð at sigla regluliga um Skopunarfjørð fyri mongum árum síðani, hava fólk altíð havt møguleika at leggja eina eskju ella annað smátt umborð uttan kostnað, ein tænasta sum fólk hava verið sera glað fyri, og sum als ikki hevur tarnað manningini í at gjørt sítt arbeiði. Henda tænasta er ikki til staðar longur.

Víst varð á at tað er óheppið at fólk skulu noyðast at fylla minimum 1000 kr á virðiskortini sum brúkt verða umborð, og at tað hevði verið munandi lættari um fólk hevði møguleikan at fylla á virðiskortini heima við hús, so at man ikki skal standa á dekkinum á Teistanum og fylla á kortini, sum skapar langar bíðirøðir.

Víst varð eisini á, at grót liggur í innsiglingin í Skopun, og av tí hevur Teistin minni pláss at taka av tá hann kemur inn um grótkastið. Sama søgan varð í fjør og í fyrrári, men tá varð grótið burturbeint á sumri. Um tað sama ikki verður gjørt í summar, kemur hetta at hava fleiri avlýsingar við sær í vetur, og tí varð heitt á landið um at rudda grótið burtur sum liggur til bága fyri Teistan.

Borgarstjórarnir fegnast um at tað hevur eydnast at varpa ljós á versnaðu tænastuna um fjørðin. Borgarstjórarnir ásanna, at samferðslan um fjørðin er eitt landsmál, og heita tí á Landsstýrið og Løgtingið um at taka málið við samferðsluni um Skopunarfjørð í størsta álvara, og taka neyðug stig, soleiðis at farleiðin verður nøktandi og tíðarhóskandi aftur.

Brandur Sandoy, Sands kommuna
Gerhard Lognberg, Skopunar kommuna

Anita Joensen, Skálavíkar kommuna

Jákup Martin Sørensen, Húsavíkar kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo