Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Annika Olsen, borgarstjóri, tók ímóti kvinnulandsliðnum í hondbólti í dag seinnapartin í Móttøkuhúsinum. Kvinnurnar hava vunnið tveir avgerandi EM-dystir niðri í Grikkalandi og skulu nú royna seg ímóti stórtjóðum.

- Fyrst vunnu tit á Grikkalandi við einum máli, 25-24, hóast allir áskoðararnir vóru ímóti tykkum, og so vunnu tit uppaftur greiðari á Finnlandi, 20-17, so tit vunnu bólkin.

- Hetta er ómetaliga flott og tit hava gjørt okkum øll so øgiliga errin av tykkum, segði Annika Olsen.

- Nú verða tað Svøríki, Serbia og Montenegro, ið tit skulu kappast víðari við í EM-endakappingini, so her standa seks krevjandi dystir fyri framman.

- At tit megna hetta, er samstundis eitt úrslit av einum miðvísum landsliðsarbeiði, sum Hondbóltssambandið er farið í holt við.

- Fyrst vóru U21-menninir, ið vunnu seg til HM, og nú eru tað tit, kvinnurnar, ið hava vunnið tykkum víðari í EM-høpi, so hetta sær spennandi út.

- Tað er stuttligt at síggja, at gott arbeiði og góð fyrireiking saman við góðum evnum gevur úrslit, og tað eru tit eitt dømi um.

- Vegna Tórshavnar kommunu vil eg ynskja tykkum hjartaliga tillukku við tykkara flotta avriki, sum eisini kann gera, at uppaftur fleiri vilja bæði spæla og síggja hondbólt.

- Eg skal vegna Tórshavnar býráð ynskja tykkum øllum somlum tillukku við sigrinum og við kvalifikatiónini til endaspælið.

- Nú gleða vit okkum til í heyst, tá tit seta hol á teir seks dystirnar í EM-undankappingini og vóna, at tað eisini tá fer at gangast væl!

- Hjartaliga tillukku og takk fyri, at tit so væl hava umboðað Føroyar, nú tit vóru í Grikkalandi og spældu, segði Annika Olsen m.a. í stuttari røðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo