Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Í morgun kom forsetin í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, Aleksander Ceferin, til Føroya. Í Havn var Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vertur fyri eina máltíð í Móttøkuhúsinum, har UEFA-forsetin eisini fekk høvið at heilsa uppá løgmann, Aksel V. Johannesen.

Annika Olsen og Aleksander Ceferin fingu eitt gott prát um drúgva samstarvið millum FSF og Tórshavnar kommunu, og um Tórsvøll, sum UEFA-forsetin fór at vitja nú seinnapartin. Útbyggingin av Tórsvølli er stuðlað av UEFA.

Aleksander Ceferin var sera fyrikomandi og greiddi frá sínum arbeiði í UEFA. Christian Andreassen, FSF-forseti, var eisini til steðar. Borgarstjórin og løgmaður fingu sum gávu hvør sítt upphang við nøvnunum graveraðum í, og við heilsu frá UEFA.

Vitjanin er stutt, UEFA-forsetin fer avstaðaftur seint seinnapartin. Aleksander Ceferin er eftirmaður Platini, sum fór frá fyri teimum árum síðan. FSF er vertur fyri vitjanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo