Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í gjár seinnapartin fekk Annika Olsen, borgarstjóri, vitjan av borgarstjóranum í Forssa í Finnlandi, ið sæst høgrumegin á myndini.

Governor Jari Kesäniemi og konan Sanna Kesäniemi vitja í Føroyum saman við fólki, sum umboða vinnu og fjølmiðlar.

Við á ferðini úr Forssa vóru umleið 30 fólk úr vinnulívinum í Forssa. Tey fingu eisini eina framløgu í posthúskjallaranum.

Annika Olsen greiddi frá støðuni í Havnini, gongdina í fólkatalinum og fíggjarstøðuni sum heild. Hon kunnaði eisini um avbjóðingar og møguleikar fyri framman.

Borgarstjórin í Forssa kunnaði somuleiðis um býin Forssa. Eisini umrøddu tey felags samstarv innan grøna økið, grønar loysnir og umhvørvið. Hetta er teirra vørumerki.

Talan var um ein sera góðan og gevandi fund, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Við á ferðini úr Forssa vóru umleið 30 fólk úr vinnulívinum í Forssa. Tey fingu eisini eina framløgu í posthúskjallaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo