Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Mynd: Marita Gulklett

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu: Í Degi og Viku týskvøldið 16. juli 2019, bleiv varpað ljós á trupulleikan við granulati, ið endar í føroysku náttúruni.

Innslagið var gjørt í Sjóvar kommunu, og lendið í Langanesi var miðdepilin í innslagnum. Orsøkin til hesa staðseting er, at Sjóvar kommuna hevur havt eina goymslu av granulati í Langanesi.

Sjóvar kommuna hevur fyri nógvum árum síðani gjørt ein hálvan graslíkisvøll ímillum barnagarðin og bygdahúsið á Strondum. Síðani eru nakrir smærri sparkivøllir gjørdir eisini.

Viðlíkahaldið av vøllunum er í stóran mun at fylla nýtt gummi á, tí við tíðini harðnar vøllurin, bæði tí at veður og vindur viðvirka til, at nøgdin av gummi minkar og tí at gummi arbeiðir seg longur og longur niður í grasteppið.

Sjóvar kommuna eigur fleiri økir, har ið vit goyma viðlíkahaldstilfar av ymiskum slagi. Millum annað eiga vit eina neystagrund ímillum gamla Strandferðslubygningin og neystið hjá Fløtumonnunum í Langanesi.

Her hava staðið nakrir sekkir av gummigranulati, ið vit hava nýtt til viðlíkahald av graslíkisvøllunum í kommununi. Sjóvar kommuna hevur graslíkisvøllir á Strondum, við Sjógv, Innan Glyvur og á Selatrað.

Fyri tveimum árum síðani, gjørdi Sjóvar kommuna av at skifta teir gomlu graslíkisvøllirnar út við nýggjari og betri tilfari, ið ikki dálkar líka illa sum teir gomlu vøllirnir, og í sama umfari bleiv vøllurin á Selatrað eisini gjørdur liðugur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo