Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Hósdagin 23. november var almennur býráðsfundur i Fuglafirði.

Býráðið hevur sett sær sum mál, at opinleikin skuldi fáa hægstu raðfesting, og tískil er valt at stroyma allar býráðsfundirnar, soleiðis at borgarnir kunnu sita við hús og fylgja við. 

Setti meg í gjár at fylgja við tí fundinum, sum var stroymaður hósdagin. Fundurin var lýstur á heimasíðuni hjá kommununi, men ongin fundarskrá var upplýst.

Tá ið fundurin byrjaði fann man skjótt útav at fíggjarætlanin var á skránni.

Undir viðgerðini kom fram, at ikki øll mál í kommununi vóru farin fram eftir bókini. Nógv mál vóru bert viðgjørd fyri afturlatnum hurðum (sum tey siga).

Tað fekk meg at skilja, hví undanfarnir fundir høvdu so fá mál á skrá.

Tá ið tey flest mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, hvar er so opinleikin?

Tað sum fekk meg at taka pennin í hond, var tá ið eg hevði hugt í ein tíma og tveir minnuttir (1:02).

Eitt mál á havnalagnum bleiv viðgjørt og ein býráðslimur tók orðið og skuldsettir eina fyritøku í kommunini at dríva “modernaðan slavihandil”. 

Ja, eg trúði ikki mínum egnu oyrum. Eg valdi at bakka aftur og endurspæla tað, ið sagt var, og jú, eg hevði hoyrt rætt – tíverri.

Tað sum verri var, at borgarstjórin átalaði ikki henda býráðslimin fyri sína útsøgn.

Siti í dag við einari kenslu av skomm, hjálparloysi, og tómleika.

Vit hava eitt býráð sum møguliga ikki handferð málini á rættan hátt og tað tykiskt sum opinleiki bert er eitt orð.

Býráðið hevur býráðslimir sum ikki duga fólkaskikk og ein borgarstjóra sum bert letur stand til.

Borgari í Fuglafirði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo